Í august 2010 var boða frá siglitúri út í Hest.😀 Nakrir bátar fóru avstað, men komnir í Hestfjørð var somikið tjøkrut at ikki var hugur at halda fram. 🤒 Vent varð og siglt norður umaftur nesið.
Nakrir hildu leiðina til Nólsoyar, meðan nakrir fóru niðan gjøgnum fjørðin og endaðu í gomlu Hoyvíkini, har ein góð løta var.
Eins og mangan áður eru teir spontanu túarnir ikki at kimsa at.