Dagbók Sigliár 2016

Mjáflagghúning

Flaggskrýddur Havreki undir fullum seglum

16. apríl var aftur skipa fyri "Mjáflagghúning"

Einir 35 bátar høvdu leita sær til  Nólsoyar, haðani siglt var kl 14 og til Havnar. Lagt var at í Vágsbotni kl 15,  har móttikið var við harmonikutónleiki og røðu frá Bjarna á Mølini.

Aftaná var boðið til sildaborð í felagshølunum við onkrum góðum afturvið.  Sera nógv fólk var samankomi, og var hildi á við sangi og práti til út mót miðnátt.

Nakrir bátar lógu nátt í Vágsbotni.

Takk til manningina á "Bølli" fyri væl fyriskipað tiltak.

Kann tað verða hugnaligari
Tveir nýggir gastar við Havreka

Upptøka

Mikudagin 20 apríl var ætlanin at takað Havreka upp í Álakerði, til árligt viðlíkahald - botnvask, boning og zink.

Hetta gekk tó ikki heilt eftir vild.  Komin nakað upp úr sjónum og byrja var at koyra niðan, vísti tað seg at kjølurin tók botn, og tá vognurin ikki kundi lyfta meir, var ikki annað at gerða, enn at flota aftur.

Upptøkan má tí bíða til vengurnir á vogninum eru hækkaðir  -   Ella má farðast aftur til kranabil !!

Toftir 2016

Fríggjadagin 06.05.16 var farið inn til Søldarfjarðar, har Kongshavnar Bátafelag skipaði fyri báttreffi áðrenn Toftir.

Siglt var av Havnini kl 16 og komin út um molan var sett segl og, við góða vindinum var siglt heilt inn til Søldarjørð, har komi var hálvan annan tíma seinri.

Kl 19 var býrja við felagssangi og røðu frá Tobba, síðan var grill o.a. gott at takað sær til. Einir 35 bátar høvdu leita sær til tiltaki.

Leygarmorgunin kl 10  var loyst, eftir at rundstykki og kaffi var fingið í tjaldinum , og stevnt inn í Skálabotn.  Haðani var siglt út á Toftir, har komið var uml kl 14.  Einir 65 bátar vóru í fylginum.

Har var suppa og annað gott at fáa, og vóru vit seinri bjóða umborð á Sjóbrand til grill.  Hetta var sera hugnalig, eins og onkur eisini vitjaði umborð á Havreka.

Eftir sum hann segði vánaligt veður sunnudagin, einar 15 m av landnyringi og regn, var avgjørt í felag við Roysningin, at sigla aftur til Havnar um 11 tíðina leygarkvøldið.

Hetta var ein sera hugnaligur túrður í dýrdarveðri - Sovi var í Vágsbotn, og fari til hús sunnumorgunin.

"Barnatiltak"

Leygardagin 04.06.16 var barnatiltakið endurtikið í Vágsbotn. Øki innanfyri gestbrúgvarnar var avbyrgt og vóru gummibátar hjá felagslimum nýttir til børnini at rógva í.

Tveir bjargingarbátar vóru uppblástur sum børn og vaksin kundu sleppa í og royna hvussu tað kennist at sita í einum slíkum.

Pylsur og burgarar vóru grillaðir á bryggjukantinum, so luttakararnir ikki gingu svangir.

Fitt av fólkið var samankomið og eydnaðis dagurin sera væl.

Takk til fyrireikararnar.😋

Hesir hava mangan brattan fari.......
Tey "smáðu" hugnaðu sær eisini

Kalesja

Made by Glerfoss !

10.06.16 var nýggja kalesjan sett á Havreka - So nú kann regni m.a. á Summarfestivalinum, bara koma

Glerfoss verður ikki tikin í kalesjuseyming - situr sum stoypt.

25.06.16 Leygardagur - eftir at hava hugna sær umborð allan dagin, var kvøldtúrur sigldur norð í Hoyvíkina í dyrdarveðrið.

Hetta er túrur sum burdi verði gjørdur hvørja viku !

 

 

 

 

 

 

Laksatorg

Fríggjakvøldið 22. juli  var ætlanin at fara inn á Skálafjørðin til "Laksatorg"

Loyst var kl 19, eftir at hava tikið ímót "Hildur" nýggja seglbátinum hjá Herman, men av tí at seint var blivið, var siglt til Nólsoyar har døgverði var etin og síðan ein túr á Maggies. Seinri var ein sjavsur tikin umborð

Leygardagin uml kl 10 var siglt víðari inn á Runavík, har laksatorg var. Nógv fólk var samankomið og sølubúðir av alskyns slag vóru settar upp. M.a. kundi smakkast ymiskt tilgjørdur laksur fra Bakkafrost, sum var "rivin burt".  Eisini kundi keypast heilur ferskur laksur, og var hetta eisini gjørt og flaktur á bryggjukantinum.

Seinri um dagin var loyst og við ætlan um ay sigla inn í Skálabotn, men komin nakað áleiðis vísti tað seg at vindurin vaks og regnið tók til, so avgjørt var at leggja inn á Skála. 

Her vóru laksafløkini koyrd í ovnin til eina frálíka máltíð við einumhvørjum góðum afturvið, eftirsum seksti eitt ára føðingardagur var umborð, eisini vóru nakrir sjavsir  spældir.

Vitja var í "Kahyttin", sum er felagshús hjá Skála bátafelag. Eini sera snotulig og hugnalig felagshølir.

Um náttina regnaði illa og fitt av vindi var. Men gott var liggjandi.

Sunnumorgunin var veðrið batnað og eftir ein góðan morgunmat var loyst kl 10. Hann var lágur í ættini og eystfall so ætlanin var at koma suður um hólman áðrenn hann vendi.

Tá farið var av Skála, var ferskt kjógv koyrt í ovnin og ætlanin var at eta tá komið var í Vágsbotn, men komin suður mót hólmanun vísti tað seg at verða slætt og góður vindur, segl vóru sett og kós sett til Nólsoy, har døgverði var etin á dekkinum uml kl 13.  Hetta má sigast at verða langtíðarstokt, tí siglt var um 3 firðir meðan stokt var, nevniliga Skálafjørð, Tangafjørð og Nólsoyatfjørð.

Seinri var gingið túr norð á Boða, har fitt av fólkið var útferð í góðveðrinum.

kl 19 var siglt aftur til Havnar og ein frálíkt vikuskifti var at enda komið.

 

        

Fororð í gesatbókini í Kahyttini
Tíðin rennur sum..........
Vestfallið ferð sendandi norð um Buðan

Segltúrur

14.07.16 var túrur gjørdur í fjørðin við seglum.  Siglt var út á Glyvursnes, mót Borðuni, norðaftur mót Nólsoyarbygd og aftur mór Glyvursnesi.

Ferðin lág millum 3 og 6,5 kn við slóktum motori. Vindurin mundi verða einar 6-8 ms

Á veg innaftur kom SantaMaria undan Kirkjubønesi - Ein góður sigari

 

| Svar

Nyeste kommentarer

10.03 | 10:09

Hey , Takk heilsan á heimasíðuni. Ja onkuntíð hevur man hug at droyma seg burtur aftur !

vh
Árni

09.03 | 13:54

Flott, flott! Havi hugna mær í morgun við heimasíðu tykkara og hugurin hevur reika. Takk fyri gott ferðalag í summar.

17.07 | 16:31

OY OY! Har hevði eg viljað verið við. Mær leingist yvir aftur. Deiligt hjá tykkum. Góða ferð víðari!!! Kh Marjun og Jegvan

01.07 | 17:42

Hugaligt at fylgja við tykkara ferð og minnast aftur á gamlar gøtur. Gòða ferð víðari.
Vh
Manningin á Skúvanesi