|
|
|
|
|
Vindurin blæsur hvagar hann vil....
mikudagur 10.10,2012
Veturin stendur fyri durðum og Havreki hevur fingið skift kalasju. t.v.s at tann gráa vetrarkalesjan er sett á og tann bláa, saman við "ommuseglið" er goymd burtur og bíðar til vári og bátastevnur koma aftur - vónandi verður veturin ikki ov strangur, men onki er at gerða uttan at verða tolin, bíða og droyma um gott veður og komandi siglitúrar.
Nøkur tøl úr loggbókini fyr 2012:
Sigldir eru 470 fj Oljunýtsla er 260 ltr Sigldir eru 28 túrar stytri og longri Longsti túrur vardi 11 dagar Vitjaðar eru 23 bygdir Fingnir eru 11 fiskarGrindarakstur 1 Hvannasund Grindapartur 5 skinn
Leygardagur 29.09.2012
Idag var ½ av manningini á Havreka á "Flodskipperkursus" saman við uml 20 øðrum siglarum. Allir stóðu royndina, og eru harvið innlimaðir í FTLF - Foreningen til langtursejladsems fremme.
Hetta prógv gevur loyvi til at sigla á øllum kanalum og áum í Europa.
Sum tað sæðst, kundi vimpulin vindast undir krosstræði aftaná.
Fríggjadagur 22.09.12
Fríggjadagin 22.09.12 var spontant sent sms út til nakrar bátar, at farið var til Nólsoy um 1 tíma.
Linni, Torvadal og Havreki fóru og lógu nátt, Nikkolina var eina løtu eisini.
Eftir at bátarnir vóru bundnir og vanliga reypið var av, var vitja niðan í bygdina, og ein øl var notin á kaffistovuni. Síðan var farið umborð í Torvadal, har nakrir krossar vóru spældir.
Fyrrapartin leygardagin var farið aftur til Havnnar, eftir enn ein frálíkan túr.
Hetta var helst síðsti túrur í ár ???
Leygardagur 15.09.12
"Lokað hugni" Leygardagin skipaðu manningarnar á Pluto og Skúvanes fyri tiltakið "endan av sigliárið" (onkur skrivaði í gestabókina "Lokað hugni" mótsatt "mjáflagga hugni")
Telt var sett upp fríggjakvøldið, men leygarmorgunin var útsyningurin farin við tí og lá tað í eini rúgvu úti á bryggjukantinum. Menn fullu tó ikki í fátt, og var í nógvum vindi og oysregnið, fingið fatur í eini stórari prosending, sum var spent upp undir takskeggið og rakk útav altanini og niður á vegin. Nú var turt og lýtt at grillað.
kl 14 møttust einir 16 bátar á Argjum og siglt var inn í vágsbotn, har lagt var at og grillirnar fóru ígongd. Ein sera hugnaligur dagur, har eini 100 fólk vóru við.
Nakrar manningar svóvu umborð og sjálvandi var ein hugnaløta aftur í bátafelagnum, har avlopsbúffar vóru grillaðir so farið var heim seinrapartin sunnudagin - mett og vælsett.
Leygardagur 25. aug. 2012
Leygardagin var aftur skipað fyri seglbátatúri "Nólsoy runt", har 10 bátar luttóku. Byrja var við kaffi í bátafelagshølunum, og siglt var av Havnini kl 10.oo niðan gjøgnum Nólsoyarfjørð, út millum Stong og Eystnes við kós mót Mjóðanesi. Byrurin var góður, einir 6 - 7 m av høgum landnyringi. Á Mjóðanesi var vent og siglt suður eystanfyri Nólsoy. Eystfall var, og vindurin avtakandi, so nakað drúgt var at koma suðurum. Komnir um Borðuna var góður byrður inn aftur á Havnina, har komið varð uml kl 17. À bryggjuni hevði Hávardur, skiparin á Enniway, syrgt fyri at góð suppa stóð fyri okkum, og var henda serveða á bryggjukantinum. Samanumtikið ein góður túrur, sum luttakarar vóru samdir um skuldið endurtakast komandi summar.
Leygardagur 11.08.2012
Av Eiði var siglt til Hósvíkar, har yvirnátta var.
Leygarmorgunin var, í dýrdarveðrið, siglt víðari til Nólsoy. Sjálvsagt var ein hummarabátur á leiðini vitjaður, og var ein góð máltið gjørd tá komið var fram.
Seinri um kvøldið var eisini grindabúffur tilgjørdur, sum tóktist at smakka gestum væl.
Fríggjadagur 10.08.2012
Av Hvannasundi gekk leiðin til Runavíkar. Túrurin suður var hampuligur, nakað nógvur vindur var í Svínoyrarfirði, men komin suður um Borðyarnes, minkaði og avgjørt var at halda fram á Runavík. Komin suður mót Eystnesi vaks vindurin aftur upp í eina 15 m/s við hvirlum upp í 24 m/s. Seglið var repa, men tungt var at koma innum og rættuliga óslatt. Men eftir knappar 5 tímar var komið á Runavík.
Fríggjamorgunin gekk leiðin til Eiðis. Potturin við ferskari grind var settur útá, og nakað norðan fyri Langasand, var ankrað upp fyri at eta døgverða.
Meðan etið var, kom Linni at borði og seinri eisini Flísin, tey fingu sjálvsagt eina bita við.
Hósdagur 09.08.2012
Eftir at hava sovið í Hvannasundi, var hósmorgunin rópt grindaboð. Ikki var bíða leingi so var lagt frá landi og møttu vit grindini í Svínoyrafirði. Saman við øðrum bátum var rikið inn á Hvannasund, har grindin, 32 hval, legði beinini. Ein týskur seglbátur, 65´ stóri "Atalanta" frá Glucksburg, hevði eisini ligið á Hvannasundi um náttina, og var hann eisini við eina løtu í rakstrinum.
Eftir at hava meldað til, var ein biti (turr grind) etin og síðan leiðin hildin suðureftir aftur, fyri at koma til Regatta á Eiði.
Á Runavík kom uppskerðarin umborð við einum kóki av grind, sum kókað var á veg til Eiðis.
Mikudagur 08.08.2012
Av Árnafirði var leiðin hildin norð gjøgnum Svínoyarfjørð og ætlanin var at farða á Hvannasund. Veðrið var av tí allarbesta, so avgjørt var at fara inn á Svínoyareiði at vita um leggjast kundi at har. Gronin var sett mót pierinum, og helvtin av manningini, sum ikki hevði verið í Svínoy fyrr, var sett í land.
Farast mátti frá aftur, partvís tí tað súðaði nakað, og eisini tí at Ritan kom og skuldi leggja at.
Eftir at hava flotið útfyri í umleið ½ tíma koma manningin aftur og leiðin hildin inn á Hvannasund.
Mikudagur 08.08.2012
Eftir at hava verið á Summarfestival, var Havreki sigldur yvir á Leirvík sunudag og manningin fór til hús. Týskvøld var farið umborð aftur, og siglt var víðari mikudag. Leiðin gekk suður gjøgnum Leirvíksfjørð og eystur um Borðoyarnes og Skorðina. Lagt var inn á Árnafjør til ein góðan bita og ein gongutúr gjøgnum bygdina.
Hósdagur 02.08.2012
Av Selatræð var siglt norður til Eiðis, har lagt var inn at gerða døgverða, og bíða eftir líkindum at farða norðum. Landnyringur norðan var í ættini, og einir 8-10 m/s, so ikki bestu líkindi noðranfyri. Farið var av Eiði klokkan 17.30, seinast á vestfallinum, sum skuldi passa til kyrrindi at koma innum Rivtanga. Túrurin gjørdist ein rullutúrur, men komin á Rivtanga slætnaði nakað og suðurum Funning gjørdist heilt slætt. Eftir at hava lagt inn í Leirvík eina løtu, var komið á Klakksvík uml. kl 10.
Mikudagin 01.08.2012
Mikudagin var farið á Summarfestival, men komin nakað niðan um Hólman, var fitt av vindi og rættuliga óslætt, so avgjørt at fara noðrur gjøgnum Sundalagið. Siglt var inn á Toftir at provianterað, og síðan sett segl, har ferðin var upptil 7,2 míl. Veðrið á Selatræð var av tí allarbesta, sólin skein oman og niðan, so avgjørt var at fara túr niðan á Eysturoyarsillina. Ein frálikur gongutúrur.
Leygardagin 14.07.2012
Leygardagin var gjørdur ein túrur suður á Dal. Lagt var at pierinum og steðgga eina løtu. Síðan var siglt suður undir Dalsskorð og runt Dalsfles.
Fríggjadagur 13.07.2012
Fríggjadagin 13.07.12 var farið á Sandoyarstevnu í Húsavík. Fari var av Havnini uml 17,30 og við góða byrinum ið var, var lagt inn á "Skarvin" smáar 2 tímar seinri. Hóðast hann hevði ligið høgt við landnyringi í fleiri dagar, so bilaði ikki at liggja í hylinum. Nakað av súði var, men sovandi var umborð. Leygardagin fór hann vesturum og tá batnaði Sunnudagin seinrapart var farið aftur til Havnar
Leygardagur 16. juni 2102
16. juni 2012 luttók Havreki í siglitúri "Nólsoy runt" fyri seglbátar. 11 bátar vóru við í siglingini, sum tók uml 6 tímar.
Sunnudagur 27.05.2012
Leygardagin komu boð um sms ketuna, at siglt var sunnumorgunin kl 10.oo
Leiðin gekk inn Á Bakka, og vóru tað Meranti, Linni, Sumbeam og Havreki, sum løgdu frá landi (tann harða kjarnan).
Veðrið var gott, eitt lot av vestri og sól. Komið var á Bakka uml kl 12.oo har kaffimunnur var gjørdur, gingið var bát av báti og felagsdøgverði umborð á Havreka, har hovmeistarin á Meranti serveraði stokta dunnu. Kaffi og desert var serverða á bryggjukantinum.
Seinri á degnum komu Torvadal og Berg.
Hugnaligt var í góðveðrinum, og um kvøldið var fari í bátafelagshúsini til turra grind og fisk, eins og harmonikan luttók.
Fríggjadagur 25.05.2012
Ístaðin fyri "ein góðan dag á Selatræð" var tað í Vágsbotni at dekkið á Havreka var smurt. Veðrið var av tí allarfagrasta sólin skein og stilt. Út á dagin var loyst, siglt út í Sandagerð, síðan út um Nyhavnina, har 3 fiskar vóru veiddir og leiðin síðan løgd til Nólsoyar. Í Nólsoy vóru fiskarnir flaktir og stokt flak havt til døgverða. Aftaná var gingin ein túrður suður gjøgnum fjørðuna og góðveðri noti í sólsetrinum. Komið var aftur á Havnina um ellivu tíðina. 😎
Týsdagur 22.05.2012
Týsmorgunin var avgjørt at fara aftur eftir bátunum, t.v.s Meranti, Linni, Havreki, og Tórsbúgvin. Siglingin gekk væl, men komnir suður fyri opið Kolturssund, vaks vindurin og óslættari gjørdist í sjógvnum. Ùtsyningur varð og vestfall. Hildið var á suður móti Gomlrætt, og var tá avgjørt at fara inn og biða eina løtu til vent varð á Nesinum.
Eftir einar tveir timar og eina góða máltíð, var hildið áfram og var veðri um nesið rættuliga slætt. Aðrir komu seinri um dagin og aftur aðrir dagin eftir.
Fríggjadag 18-20.05.2012
Fíggjadagin 18 mai, var fari á Bátastevnu í Vestmanna. Siglingin norð var av teim góðu, eins og stevnan sjálv, men sunnudagin var veðrið ringt og regni oysti niður. Avgjørt var at lata bátarnar liggja, og fara eftir teimum seinri í vikuni.
Fríggjadagur 11.05.2012
Eftir at hava staði á landi síðan mikukvøldið, var Havreki flotaður aftur. Zink er skift, botnurin málaður eins og polerað og bonað er uttanborða. Restin, smyrja dekk og bonað innanborða má bíða til "ein góðan dag á Selatræð"
Leygardagur 05.05.2012
Á veg inn eftir Skálafirði, til ársins fyrstu "summarstevnu". Gott at ísskravarin var við !
21.04.2012
So hevur Havreki fingið nýtt bátapláss. Hetta er nakað annað, enn at skula hála ein teym upp hvørja ferð komið er aftur av túri.
Her eru vit á veg inn til nýggja plássið
07.04.2012
|
|
|
Hmm - kanska skuldi hetta verið koyrt burtur ?!
|
|
So er upprudding umborð á Havreka, so klárt er at byrja sigliárið við "Mjáflagghugna"
Skiparin skipaði sjálvur fyri !
04.04.2012
Kl 10.oo fór Thorshavn av Havnini suður á Trongisvág, hagar hann er keyptur. Havreki var og fygldi honum á leið úr Vágsbotn og nakað út um molan
Týsdagur 03.04.2012
Ídag hevur Havreki fingið ásetta nýggja kalesju - Handmade by Glerfoss Eisini er ommuseglið monterað aftur, eins og fokkan er sligin undir. Nú manglar bara nakað av reingerð, so er klárt til sigling.
|
|
|
|
|
|