Á veg til summarfestival 2011, var farið av Havnini mikmorgun, men vegna sjask eysturúr Eystnesi, var vent aftur og farið inn á Tangafjørð, at bíða.🤒 Einar 3 tímar seinri var roynt aftur og var í fagrasta veðri lagt inn á Leirvík, har ein biti var etin, áðrenn hildið var fram til Klaksvíkar.
Hósdagin var loyst aftur og lagt var at í Kunoy, har m.a. viðarlundin var vitja. Seinri var siglt norð gjøgnum Kallsoyarfjørð og roynt at leggja at í Mikladali, men vegna ov nógvan súð bar hetta ikki til. Siglt var norð um Kallin og suður gjøgnum Djúpini. Veðrið var av tí allar fagrasta. Lagt var at í Fuglafirði, har yvirnáttað var. Seinri um kvøldið kom Nina eisini á Fuglafjørð.
Fríggjadagin var leiðin løgd aftur á Klaksvík, men av tí at Leirvíksfjørður stóð fullur av toku, var stegga á og ankrað upp útfyri Varmakeldu. Róð var íland, ein biti etin og seinri var hildið fram á Klakvík.
Summarfestivalurin var tað hann var - regn - vindur - regn og forrestin var eisini tónleikur.
Tá veðrið batnaði út á týsdagin, var saman við Mir, Luffu, Gaju og Biritu loyst uml kl 18.oo og siglt til Havnar.