 |
 |
|
 |
 |
Hósdagur 07. nov. 2013
Havreki avriggaður fyri veturin.
Lagt var yvir til havnaskrivstovuna, har segl og mastur vóru tikin niður, eisini var skift til vetrarkalesju.
Eitt gott og hendingaríkt sigliár er at enda komið😀
Fríggjadagur 6. sept 2014
Farið var í fjørðin, men einki var at fáa, so siglt var víðari til Nólsoy. Veðrið var gott so yvirnátta var.
Ein túrur gingin suður i Bergrætt, og tá komi var heimaftur vóru 2 veðrar sum tóku ímóti okkum - helst blivur teir flettir nakrar dagar seinri.
Á veg innaftur var kasta á Nesaleiðini og 11 fiskar fingnir.
Teir spontanu túrarnir eru ofta góðir.
Fríggjadagur 16. august 2014
Farið var til Eiðis á Regatta.
Lagt var inn á Norðskála, har Torgunn og Jónhild komu umborð. Vegna arbeiði kundu tær ikki koma við, tí farið var av Havnini tíðliga seinrapartin, fyri at koma undir brúnna á kyrrindum.
Siglt var suður gjøgnum Sundalagið og ankra upp útfyri Hósvík, har ein biti var etin. Síðan var siglt víðari til Nólsoy.
Sunnudagin kl 14 var farið inn aftur til Havnar.
Mikudagur 07. august
Farið var á Summarfestival. Siglt var á Leirvík, saman við Meranti og Sunbeam, har yvirnátta var.
Hósdagin var siglt víðari til Fuglafjarðar og Fríggjadagin til Klaksvíkar.
Av Klaksvík var siglt sunnudagin og beinleiðis til Havnar
Fríggjadagur 26.07.2013
Nú er Noregs túrurin at enda komin. kl. 04.45 var lagt at í Vágsbotni, eftir neyvt 3 døgn í sjógvnum.
Loyst var úr Bergen týsmorgun kl. 05.45 og við tað, at norska klokkan er 1 tíma frammanfyri, vardi heimtúrurin neyvt 3 døgn (72 tímar). Tó var steðgga 2 tímar í Ulsta í Hetlandi.
Sum greitt er frá frammanfyri, hevur hetta verið ein góður og áhugaverdur túrur - sum sagtans kann viðmælast at gerða aftur, kanska Noreg, kanska onkra aðra staðni.
Av tølum fyri túrin kunnu nevnast:
Túrurin vardi 55 døgn Skiftandi manning 7 pers tils Sigldir vóru 1.550 fj Brúkt olja 653 ltr Brúkt gass 1,5 11 kg fl (matgerð og hita) Vitjaðar vóru 46 havnir Goldið havnagjald 6.545 kr (minst 50 mest 275) Fiskaðir vóru 5 fiskar Tikið krækling 2 ferðir Gongutúrar í landi 45 km Kostnaður fyri túrin 40 tús (fyri 2 pers við alla tíðina)
Fríggjadagur 26.07.2013
"Land í eygsjón ! Hvat ? Longu ?............"
Jú trívast kann í sangin hjá Hans A Djurhuus, tá siglt var heim av flatlondum við "mesan og stórsegli"
kl. 18.05 síggja vit land - Suðuroy. 55 fj er í Borðuna. Hóðast tað sær stutt út, so eru tó einir 9-10 tímar eftir.
Veðrið er framvegis gott, men sum líður á náttina frískar hann vindin, og tað verður nakað kjøkrut. Seglini eru sett aftur og logga vit í løtum upp mót 7 míl.
21.10 Hava GSM samband við land - 35 fj í Borðuna 23.25 Møta seglbáti sum er á veg úr Føroyum
Tað vísir seg at verða nakað av streymi, sum tekur okkum nakað norð, yvast eina løtu at fara norð um Stongina, men sleppa hesum og fara inn um Borðuna. Nú er somikið frískur vindur at vit repað segl, men komin innum minkar aftur.
03,45 Ringja til TAKS, og fráboða komu úr útlandinum. Teir skulu ringja aftir um teir koma umborð.
04.45 Leggja at í Úti í Bakka - har bróður tekur ímótið.
Hósdagur 25.07.2013
Jú, gott er við einum heitum kaffimunni, tá man skal á dekki 05.30 á morgni.
(mikud 24.07) Hósdagur 25.07.2013
Klokkan er uml 21, tá vit koma norð mót Gruney, veðrið er gott men kavsvart í toku, tað sæst ikki fram um stavn, so siglt var eftir plottaranum.
Vit lata loggbókina tala:
22.00 Sleppa Gruney og seta kós í Borðuna 296 stg 01.00 Tokan lættir, mánalýsi 03.30 Síggja 2 boriplattformar tvørs á bb uml 10 fj. 04.20 Sólin rísur 05.30 Supply bátur passerðar framman bb 06.30 Sigla framvið boriplattformi bb 08.30 Morgunmatur á dekkinum, sól og logn 09.00 Takað stórsegl niður, seta ½ fokku 12.00 Takað hetlendska gestaflaggi niður 16.30 Fylla 20 litrar olju á tangan
Mikudagur 24.07.2013
Sjálvt um veðrið hevði veri gott, var avgjørt at fara inn í Hetlandi, fyri at síggja veðurkort og eisini at bunkra olju, sjálvt um vit uttan iva høvdu klára heim við verðandi bunkring.
Eisini vísti tað seg, at vit onki vatn høvdu eftir, seinastu 6-8 tímarnar, tí ein krani á wc-inum hevði staði frá og tømt tangan.
Sum nevnt komu vit inn til Ulsta kl 16.00, men har var ikki serliga góð viðurskifti. Olju fingu vit ikki á bryggjukantinum, men máttu berða olju í dunkum, tí bleiv tað bara til 40 litrar, vit høvdu aðrar 40 í lastini.
Eisini var trupult at fáa vatn. Tað fingu vit frá krana hjá ferguni og mátti eisini berast umborð. Vit høvdu ein 5 litur dunk og eina pøs sum vit bóru í, uml 100 ltr, so tað blivu nakrir túrar. Møttu einum manni sum bjóðaði sær at lána okkum ein 25 ltr dunk, sum hann skuldi fara heim eftir. Hvussu langt, spurdu vit ? Bara 40 km at koyra, var svari. Vit takkaðu fyri og hildu at vit kláraðu tað sum var.
Ein handil, var niðan frá bryggjuni, har fingu vit keypt onkur "smáting", sum vóru bíligari enn í Noreg.
Ein góður biti var etin umborð, og eftir at hugt eftir veðurkorti - sum boðaði frá góðveðrið komandi tveir dagarnar - var eftir 2 tímar steðgg lagt frá landið, norð gjøgnum Yellsund og norður um Gruney við kós mót Føroyum
Mikudagur 24.07.2013
Meðan siglt verður hava vit gjørt av at ganga vakt, 2 tímar ísenn. Tað hevur undirritaði ikki roynt áður, men tað kann fáa tankarnar at sveima - púra einsamallur í verini, við náttarmyrkri og mánalýsi. "Tá á nátt eg einsamallur standi, stýri skútu . . . . . . . .." Jú, jú, so hevur man roynt tað eisini.
Framhald úr loggbókini
05.30 Sólin rísur 06.30 Tokan gerðst tjúkk, missa Emblu úr eygsjón, tosað saman 08.30 Embla kallar, fyri at fáa okkara pos. - finnur okkum 10.45 Embla leggur suður mót Lerwick 14.30 Rundað fýrin á Out Skerries 15.15 Takað norska gestaflaggið niður og seta hetlendskt 16.00 Kom inn til Ulsta
Týsdagur 23.07.2013
Veðrið er gott so, tað er avslappandi sigling. Segl er sett, men gerð ikki tann stóra munin.
Í góðveðrinum er ein góður biti á dekkinum ikki at forsmáa
Út loggbókini kann nevnast:
10.50 Mærsk Flensborg passerar framman stb 13.10 Bulk skip passerar aftan bb 14.00 Missa landkenning Noreg 18.00 Síggja fyrsta boripall 20.10 Ferðamannaskip passerar framman bb 22.00 Halda av fyri partrolarum úr Hetlandi
Týsdagur 23.07.2013
Kl 09.20 rundað vit "Marstein Fýr" og seta kós mót "Ulsta" Hetlandi.
Av tí at føðingardagur er umborð, verður gjørdur ein góður morgunmatur tá vit fara útum Marstin. Egg, bacon v.m og eitthvørt gott niðurundir !
Týsdagur 23.07.2013
Kl 04.30 verður farið upp, útpurrað umborð á Emblu, og í allarfagrasta veðri, verður loyst kl. 05.45 og siglt út av Bergen.
Siglt verður suður gjøgnum Byfjorden, Steinsundet, Raunefjorden og Korsfjørden við kós norðanvert Marstein fýr.
Avtalað er, at Havreki siglir fremri og Embla fylgir aftaná, teir hava radara og kunnu betur fylgja okkum. Lurtað verður á kanal 16.
Mánadagur 22.07.2013
Liggja i Bergen og bíða eftir Jógvan Waagstein, sum skal koma við flogfarinum úr Føroyum og sigla bátin heim við okkum.
Veðrið er av tí allarbesta, so ætlanin er at sigla beinanvegin sum hann er komin umborð, uml náttverðatíð, men flogfarið vísir seg at verða seinka, og tað dregur út. Klokkan verður miðnátt áðrenn hann er komin umborð.
Ætlanin hjá Emblu at sigla við til Hetlands er avgjørd, men tá tað dregur út við flogfarinum, tørnað tey inn, men avtalað er, at vit purra út tíðliga um morgunin, tá vit hava hug at loysa.
Sunnudagur 21.07.2013
Veðrið er avbera gott sog vit verða liggjandi í Bergen og takað okkum av løttum
Væntandi verður siglt heim mánadagin – um veðrið loyvir
Leygardagur 20,07,2013
Ídag er veðrið munandi betur, stilt og nakað av sól. Fara í tourist info at vita hvat túrar eru frá Bergen, tað er ikki tá stóra, burtursæð frá sigling, men tað er ikki júst tað vit hugsað um.
Avgjørt verður at fara niðan á Ulriksbanan og so ganga eftir fjøllunum “vida” yvir til Fløjen og takað hann omanaftur. Hetta er ein túrur uppá 15-18 km. Vit takað tað róligt og gerða onkran avstingara á vegnum, so tá vit koma aftur í bátin hava vit gingið 7-8 tímar tilsaman 21 km í upptil 750 m hædd
Ikki nógv er betur enn at koma niðan á fjøllini, seta seg undir ein Varða, fáa sær ein lesk og telgja av eini turrari grindalikkju – og njóta útsýnið !!!!!!!
Hós/fríggdg 18.19.07,2013
Liggja í Bergen. Veðrið er sera vánaligt, so vit avgerða at verða liggjandi, tí ikki er nógv at fara útaftur til, sum veðrið er. Tosað við 2 av donsku siglarunum, sum geva seg til kenna, tá teir síggja vimpulin vit hava undir krosstrænum. Vit hildu at teir fóru at sigla í felag inn í Bergen, men tá vit koma har liggja teir ymsastaðni, og ongin samling er á. Teir hava eisini broytt skránna, vegna veður.
Sum ikki einaferð, hoyra vit føroyska rødd á bryggjukantinum – Havreki úr Føroyum !!!??? Vit hyggja út, tá er tað Axel Skoubo og konan. Tey liggja her við Emblu, sum tey hava verið umborð á síðan fyrst í mai, vit bjóða teimum umborð, eins og vit seinri eru umborð hjá teimum. Tá tey hoyra, at vit ætlað at sigla heim mánadagin, birtirst hugur teirra, at fylgja við til Hetlands. Sera hugnalig fólk at verða saman við
Mikudagur 17.07.2013
Eftir at hava keypt nýtt gass – fyrstu ferð á túrinum – verður siglt víðari til Storebø, men hendan havnin er ikki sum umtalað, so vit gerða okkum ein temunn og fara so víðari og royna eit lítið pláss sum eitur Haganes á Sotra, hóðast hetta ikki er umtalað í losinum.
Sær út til at verða sera hugnaligt, sigla inn mót pierinum, men her er vónleyst at leggja at. Ein maður í jollu siglir uppá prei, og sigur at havnin er lítil og seglbátar sleppa ikki inn, men biður okkum fara runt um nesið og har góð havn er við facilitetum.
Vit avgerða kortini at halda fram og siglað inn í Bergen – havandi donsku regattaina í huga – har vit koma kl 21.30 í regni og disi.
Týsdagur 16.07.2013
Tjúkt er í veðrinum, so vit yvast í at loysa, men avgerða kl 13.45 at fara víðari til Bekkjarvik, møguliga inn í eitt pláss sum eitur Húsavík á vegnum. Talan er um uml 20 fj sigling, og tá veðrið framvegis er tjúkt og regn, verður Húsavík slept og vit koma til Bekkjarvik kl 19.
Her er hugnaligt sum altíð og vit leggja innast í hylin
Sunnudagur 14.07.2013
Loysa uml kl 13, við kós móti Lervik, har vit koma kl 15. Veðrið er meira so sum so, nakað av vindi og ilsligt, ikki so lætt at koma til bryggju, tá ongin bóskrúva er, men eftir 2. royndina eydnast og vit leggja uttaná Liv frá Ebeltoft, sum er ein av donsku bátunum ið luttekur í regattaðini “Sognefjorden”.
Havnin er góð og sera góðir facilitetir, havnagjald 240/- íroknað el, brúsu, vaskimask og turkitr, internet, rundstykkir og avís umborð um morgunin. Her liggja vit 2 dagar, og njóta at verða í frið !!!
Leygardagur 13.07,2013
Eftir eitt hugnaligt kvøld í Fjelsberg og veðrið var gott, var avgjørt at verða liggjandi, tí konsert skuldið verða kvøldið eftir, við einum “kendum” trubaduri (á la Sámal Ravnsfjall), og vit høvdu onki at skunda okkum til.
Konsertin var góð, hann spældi nøkur góð løg, og fortaldi góðar søgur innímillum. Hetta var við ávísari dialekt, vit skiltu ikki alt, men hugnaligur stemningur.
Komu í prát við tvær tilkomnar norskar kvinnur, ætttaðar úr norðurnoreg og vóru “på hytta” – tær skiltu heldur ikki alt, so tað vóru ikki bara vit. Løgði sum fólk fata tingini – práti fall á hvar vit vóru frá v.m. Føroyar og Grønland hoyra til Danmark ?? drekka tit líka illa sum Grønlendingar !?!?!?. Spurdu eisini hvat vit liva av – Fiskarí, aling og nakað av landbúnaði - og so stríðast vit við normenn um makrel ! Tá svaraði onnur, at hon át makrel 2 ferðir um árið, og so vildi hon ikki hoyra meir um makrel !!!
Annað merkiligt var, at skuldi man keypa øl á konsertini, skuldi man fyrst út til duravørðin at keypa eina “bong” sum man so avhandaði í barrini, fyri at fáa drekkivørður. !!??
Fríggjadagur 12.07.2013
Fara víðari fyrrapartin og ætlað okkum til Fjelbergsund, men sigla tó norð- eysturum Halsnoy og leggja inn í Hillestadsvaagen, at vitja gamlar gøtur. Har liggja vit einar 3 tímar áðrenn farið verður víðari.
Tá vit koma til Fjelbergsund, vísir tað seg at tað er í góða gamla Dalavik, har bátarnir liggja – og festivalur ??? - Eitt gott gamalt “bygdaball”
Einir 40 bátar lógu við gestabrúnna og borðreitt var í tjaldið á bryggjukantinum. Á matarlepanum vóru ópilkaðar rækjur – so nógv etast kundi, við brey afturvið. Eisini fekst øl og vín, livandi tónleikur og dansur til kl 01.00
Uml 150 fólk luttóku, har sami maður stóð fyri øllum – havnafúti, handilsmaður, kokkur, bartendari, musikari og spældi til dans
Hósdagur 11.07,2013
Loysa uml kl 11 við kós mót Eidsvik. Á vegnum leggja vit inn á “Lykkesøyavaagen” sum er ein sera vøkur náttúruhavn og vit í sínari tíð ætlaðu at royna “ankargløsini” saman við Meranti, Sumbeam og Freju (tað er ein onnur søga) men her eru bátarnir sum “fluga á lorti” so vit fara víðari til Eidsvik.
Her møta vit normanni, sum viðmælir okkum at fara til “Fjelbergsund” har báta- og musikfestivalur er dagin eftir.
Mikudagur 10,07,2013
Á veg omanaftur ganga vit gjøgnum skógin og koma fram á eitt gamalt “Sæter” sum er við at verða uppafturbygt. Her eru 2 smáttur (uml 5 kvm) lidnar og standa opnar, har fólk eru vælkomin inn – vit fara inn. Í aðrari er brenniovnur, brenni, ketil og tebrøv v.m, borð við bonki. Stakar standa á borðinum so, vit tendrað ljós, seta okkum niður og skrivað eina heilsan í gestabókina.
Hin smáttan hevur timburgólv og lítla sofu við borði – eini 2-3 fólk kunnu sova har.
Eru umborð aftur uml kl 20 eftir einar 7 tímar til gongu - so her verður ikki sitið leingi uppi !!!!!
Tá Jegvan og Marjun eru farin, er rættuliga tómt umborð, so hvat nú. Jú dagurin er ungur enn, so hvat við einum gongutúri. Fara á tourist info og spyrja okkum fyri, har hava tey fleiri møguleikar, og velja vit at ganga niðan á “Skaalastølo” og møguliga longur.
Veðrið er av tí allarbesta stilt og bakandi sól, so vit ganga víðari og skjótt eru vit komin niðan um trævøksturin so útsýni er avbera gott. Tað er júst sum í Føroyum, er man komin uppá á ein fjallatind, kann man blíva við, uttan at hugsað um hvussu langt man gongur.
Áðrenn vit avgerða at venda, eru vit komin niðan á “Skaalafjedl” einar 700 m høgt. ella heilt neyvt har vit standa 2.144 føtur “samb. Ipadin”.
Kl 6.50 mynstrað Jegvan og Marjun av, og takað ferjuna Rygerfonn til Bergan, haðani tey skulu flúgva kl 16.30
Vit fara her, at takka teimum fyri nakrar sera hugnalligar dagar saman !!!!!
Týsdagur 09,07,2013
Brúka dagin í Jondal, vitja millum annað kirkjuna, har Jegvan spælir eitt lag fyri okkum. Vitja ein minnisvarða, sum vit halda er fyri tíðin tá Noreg hevur verið undir fremmandum valdið. Eisini vitja vit tourist informatiónina, har vit keypa okkum ein kaffimunn, og spyrja um henda minnisvarða. Tann fryntligi maðurin veit ikki rættuliga, meinar hann er frá seinra heimsbardaga, men tað halda vit passar ikki. Hann skal kannað, og kemur aftur hálvan tíma seinri við 4 tjúkkum bókum. So hann gjørdi nakað við málið – og vit høvdu rætt.
Loysa uml kl 15 við kós mot Rosendal, har Jegvan og Marjun skulu mynstra av morgunin eftir. Siglitúrurin bjóðar eitt sindur av hvørjum, Vind og regn, eins og sól og stilli !!
Mánadagur 08,07,2013
Uml kl 14 leggja vit aftur frá landi og ætlað suður til Sild, ein lítlan hólm tætt við Varaldsøy, sum ein normaður viðmæltið okkum, men vit fara inn í Jondal á vegnum.
Her er eisini góð havn, og vit hitta fólk frá bátafelagnum sum júst hava tikið nýtt felagshús í brúk. Vit eru tey fyrstu sum skrivað í gestabókina, so tey fáa sjálvandi eitt bátafelags mjáfalgg, at heingja upp í hølunum.
Verða liggjandi fyri náttina
Sunnudagur 07,07,2013
Norheimsund er eitt sera hugnaligt og nosligt pláss, og hevur góða gestahavn, við øllum hentleikum. Eisini takað menn á bryggjuni væl í móti og vísa okkum á leyst pláss.
Her liggur danska “Gipsy” sum skal verða við í regatta sigling hjá “FTLF” Rødbyhavn-Odda, har 30 danskir seglbátar luttaka. Hann er farin ein mánaða áður og skal møta teimum áðrenn teir koma til Bergen 18.07. (har hava vit eisini ætlan um at verða tann 18.)
Fyrrapartin er veðrið av tí allarbesta, so vit loysa og seta kós longur inn í Hardangerfjørðin, ætlað møguliga til Gjermundshamn, men sigla framvið og enda uppi í Munnheim. Her eta vit ein bita, men kunnu ikki verða liggjandi har.
So hvi ikki halda leiðina longur fram, og sigla teir tríggjar tímarnar sum eftir eru til Norheimsund, ið bátafelagslimir ofta hava róst
Leygardagur 06,07,2013
Kl 13.30 sigla vit aftur til Uskedal, til “Alsong i sjøkanten” sum skal verða kl 15. Hetta var hugnaligt tiltak, har lokalir harmonikuspælarar undirhildu og endaðu við at spæla nøkur dansiløg eisini, har fólk tóku ein swingom.
Í sóletrinum verður komi aftur til Rosendal, har grillin verður tendrað til ein bita “natmad”
Fríggjadagur 05,07,2013
Liggja í Uskedal fyri dagin, ganga túr gjøgnum bygdina og “minnast gamlar dagar”. Um 5 tíðin loysa vit við kós mót Rosendal. Veðrið er gott, lítið lot so vit seta segl og logga millum 2 og 5,5 míl. Koma til Rosendal uml kl 19 og leggja í frískum vindi til eina flótibrúgv, men har er ikki gott at liggja, loysa aftur og leggja til træbrúgv, tætt við oljubryggjuna. Har er betur.
Um kvøldið verður gingið túr niðan í “Baroneriet”, sum er rósugarður og fornminni
Hósdagur 04,07,2013
Um døgverðatíð, verður flutt aftur til gestabrúnna at takað vatn, tó at her framvegis er óslætt. Síðan verður loyst og ætlanin er at fara til Uskedal. Á vegnum verður lagt inn í Nordtveitgrend, har frokostur verður etin.
Loysa aftur kl 18 við kós mót Lukksundinum. Vindurin er nú vaksin og regni oysir niður. Samb veðurkorti skal tað batna sunnanfyri, men har bara versnar, og komin út í Onarheimsfjørðin er vindurin einar 15-18 m beint imóti, og oysregn, so tað gjørdist ein drúgvur túrur yvirum. Men rímuliga slætt var tó at sigla. Komu til Uskedal uml 21.30
Mikudagur 03,07,2013
Loysa fyrra partin og seta kós suðurum nesið og til Osoyra, hetta er eitt størri pláss. Leggja til gestabrúnna, men ringt er at liggja har – streymur frá ósanum, og nakað av landsyningi geva aldu við brúnna. Nakað seinri venda vit bátinum, men tað munar ikki. Áðrenn vit leggja okkum fyri náttina veður flutt inn í vinnuhavnina, har er stilt.
Nakað av vindi og oysregn er part av túrinum, so gott er at hava fingið nýggjan fríðskan róðurgangara
Týsdagur 02,07,2013
Umleið kl 18 verður akkeri tikið upp og siglt verður til Vedholmen, har vit liggja fyri náttina
Sjálvandi mátti rógvast í land við lítla Magnus.
Um 12 tíðina verður loyst og siglt mót “Lysvågen” at vitja Ole Bull, sum eisini hevur verið vitjaður áður. Leggja inn í víkina og kasta akker, har ein norðmaður og ein hollendari liggja frammanundan. Veðrið er ev tí allarbesta og vit liggja har í einar 4 tímar.
Mánadagur 01,07,2013
Liggja í Hjellestad allan dagin. Hjellestad er ikki tað sum tað var í 2006, tá havnafútin kom at takað mót endanum og segði hvar man skuldi liggja, eins og krúss vóru givin til “skipararnar”. Nú var einki av hesum.
Marjun og Jegvan skulu koma við flogfarinum til Flesland, og skulu verða við okkum í 10 dagar.
Her hitta vit eisini sjónvarpsmann, sum arbeiðir hjá NRK, og hevur gjørt fleiri sjónvarpsendingar um oyggjarnar fyri vestan, m.a. hevur hann gjørt tvær sendingar úr Føroyum, sum verða sendar í SVF í heyst.
Flogfarið er nógv seinkað, so nýggja manning okkara mynstrar ikki fyrr enn kl. 02. um náttina
Sunnudagur 30,06,2013
Kl 16.oo fara vit avstað aftur, komin útum er góður vindur, einir 5-6 metrar av suðri, so vit seta segl og koma til Bjelkarøyna uml kl 20, tá seglini verða tikin niður og siglt við motor millum hólmarnar inn til Hjellestad.
Ætlaðu at sigla í gjárkvøldið, men Bjarnafjørðurin var rættuliga rísin, so vit vóru liggjandi. Sigla ídag mót Kolbeinshamn, har vit leggja inn eina løtu.
Leygardagur 29,06,2013
Í dag er tað, at regattain Tysness runt kemur inn til Wåge. Vit hava lisið okkum til at uml. 40 bátar hava luttikið, men hetta hevur verið tá regattin var í hæddini. Ídag vóru bert 10 bátar (eitt sindur skuffandi) Byrja var á Aarbakke fríggjakvøld, síðan verður lagt inn í tveimum støðum og yvirnátta. Enda verður aftur í Aarbakke sunnudag seinrapart.
Regattain er byrja fyri 17 árum síðan, tá nakrir ungdómar lærdu at byggja bátar “færingar” (fýramannafør), og avgjørdu at rógva Tysness runt við bátunum, síðan er lagst til , men eftir 10 unda árið er minkað aftur – tá fleiri fingu 10 ára heiðursbræv.
Fríggjadagur 28,06,2013
Í Wåge er gott at liggja. Tá vit vóru her í 2006 hildu vit tað verða óinteresant, men her er mikið hugnaligt so vit verða liggjandi. Ganga okkum ein túr niðan í fjøllini, ætla okkum upp á “Tysnes Såte”, sum er 674 m, men ov langt er ligið á dagin áðrenn vit fóru avstað, og ringt er at finna gøtuna gjøgnum skógin, so vit náa bert uml 400 m upp, tá vit avgerða at venda, Vit koma tó niðanum trævøksturin og útsýni yvir Bjarnafjørðin er frálíkt. Ein frálíkur túrur
Hósdagur 27.06,2013
Ætlanin er ídag at siglað suður til Oysero, men komin suðurum Røtinga, verður avgjørt at sigla suðurum Bjarnafjørðin. Hetta er bert 2 fj longur enn at siglað vesturum og norð til Oysero. Eisini er regattaðin “Tysness runt” í huganum.
Til Wåge á Tysness koma vit 18.oo eftir ein siglitúr í dýrdarveðrið
Mikudagur 26.06.2013
Ætlað at sigla norðum Radoy og til Festo, men komin nakað norð, venda vit og farða suður til Litlebergen, har kom vit inn kl 07, leggja okkum ein løtu, men kl 10,oo pikkar á dekki og maður spyr um vit kunnu flyta, tí báturin innanfyri okkum skal út.
Loysa kl 11.oo og sigla mót Valestrandfossen í Suðurfirði við Osterøy. Har sær hugnaligt út, leggja við eina flótibryggju, men gakk - sleppa ikki íland, tí lás er á portrinum. Flyta síðan yvir til eina betongkaj, undir bátafelagshúsunum, men júst tá vit skulu leggja at, kemur ferjan og Havreki er um at sora seg sundur. So har verður ein frísk avgerð tikin og vit rýma avstaðaftur – til Bakervaagen, har vit liggja fyri náttina, eftir at hava siglt uml 40 fj.
Týsdagur 25.06,2013
Sigla av Bergen við kós móti Manger á Radoy, haðani søgan sigur at Heini Havreki kom frá. Her er steindett, ikki eitt menniskja at síggja, eitt niðurlagt fiskavirki og vánalig kaj, stór fjørða so vit eru um at koma føst í brúnna. Seinri koma tveir menn á brúnna eftir óruddi, spyrja teir um ikki betur pláss er í tveimum smáðum havnum norðanfyri og sunnanfyri. Nei, tær eru privatur, vit kunnu liggja her.
Ganga ein túr gjøgnum bygdina, sum liggur lítlan km niðanfrá. Fara ein túr í kirkjugarðin. Hetta er triðja kirkjan á staðnum, síðan Havrekasa tíð, so her sæst ongin farvegur.
Yvast í um vit skulu leggja okkum ella sigla víðari. Avgerða at siglað kl. 04.oo áðren full fjørða verður aftur
Mánadagur 24.06.2013
Liggja í Bergen, drívað tíðina. Kl 18 mynstrað Torgunn og Sjúrður av, tey skulu flúgva heim úr Bergen.
Seinri um kvøldið vitja vit umborð á Kongsborg og verða víst runt á skipinum, eins og vit fáa kaffimunn. Flott flott skip og væl útgjørt, sjálvt um eg ikki eri tann rætti at meta um tað.
Sunnudagur 23,06,2013
Tá er slitið í, og fyrsti á bryggjuni vit møta er skiparin á gamla Lómi. Eisini fáa fáa vit vitjan umborð av Sjúrði Tausen, yvirstýrimanni á Kongsborg hjá Skansi Offshore. Tað vísir seg at teir hava verið í Stavanger leygardagin, og navngivið skipið, haðani vit eru farin friggjadagin !!! Hann bjóðar okkum umborð at síggja skipið
Úr Strusshamn verður siglt kl 16.oo og leiðin løgd til Bergen. Sigla fyrst inn á Laksevaagen, har stórt Jóanssøkubál skuldi verða kl 18, men tað er ov leingi at bíða til eldur verð settur á, og eisini verður grimdarregn og torusláttur, so vit fara inn í Vaagen í Bergen at leggja okkum
Leygardagur 22.06.2013
Úr Klokkavika verður loyst kl 11.oo við kós mót Strusshamn, har vit tær ferðir áður hava verið við gamla Havreka. Á siglitúrinum koma vit eisini á gomlu rutuna hjá Norrønu.
Koma til Strusshamn kl 13, har restin av degnum verður brúktur skynsamt, vask, umvælingar, tetta lekar v.m
Fríggjadagur 21.062013
Eftir einfrálíkan dag í Sagvaag, verður siglt norðureftir og enda í Klokkevig, har vit liggja fyri náttina.
Har arbeiða menn við at gerða klárt til Jóanssøkubál, men tað verður ikki brent fyrr enn sunnukvøldið, so tað bíða vit ikki eftir.
Hósdagur 20.06.2013
Liggja í Sagvaag allan dagin – sól og gott veður, 22 hitastig. Her fáa vit vitjan av Svein Jonssen, sum er væl føroyingar og hevur brævasamband við fleiri, biður okkum heilsa heim.
Eisini síggja vit Sølku Vølku, sum Durita Holm sigldi verðinstúr sín við og sum fleiri ferðir hevur verið aftur í Føroyum síðan. Hon liggur fyri akker frammanfyri einum húsum, treingir eina hjálpandi hond. Svein sigur at eigarin abeiðir á flogvøllinum og býr í húsunum har hon liggur
Tá siglt hevur verið í fleiri dagar, er gott at frætta heimanífrá. Ella sum Frits Johannesen segði á fólkafundi á Elduviksskarði “Fólk skulu altíð verða aðrastaðni enn har tey eru”
Umframt Svein, vóru eisini “havnafútahjúnini” blíð og høvdu pynta vindeygað við føroyskum flaggi. Tey vóru pensionistar og hann tókst við at verða “knívmakari”. Vit vitjaðu verkstað hansara
Mikudagur 19.06.2013
Kl 10.oo verður kós sett mót Haugesund, ætlað møguliga norð um “Sletten” í kvøld.
Kl 18.30 verður loyst aftur úr Haugesund, við kós mót Espevær, men komin nakað norð er regn og illslit, verður tí avgjørt at fara til Moster ístaðin, har vit koma kl 23.oo
Í Moster er “steindett”. Ongin gestabrúgv, bátafelagshúsið stendur at detta niður v.m., so vit fáa okkum temunn og fara víðari til Sagavaag, har vit koma kl 01.oo eftir 50 fj sigling.
Á veg úr moster, eru vit um at sigla á ein hjort, sum er farin sær ein svimjitúr. Í Sagvaag fáa vit at vita et tað er ikki óvanligt, at hjortarnir svimja millum oyggjarnar
Týsdagur 18.06.2013
Sigla til slúsurnar í Straumsvika leggja til eina kaj, men verða koyrd burtur “Privat”. Hóast slúsurnar hava verið eitt tíðandi bindilið, tá tær vóru bygdar upprunaliga, fyri uml 120 áðrum síðan, verða tær ikki nógv brúktar ídag, so vit fara ikki ígjøgnum, men seta kós út aftur av fjørðinum, og leggja til á oynni “Borgoy”
Her tekur Harald ímóti endanum. Hann hevur siglt við Duritu Holm á hennara jørðumsigling, og kennir væl Tórstein Holm og Axel Skoubo. Liggur her við báti sínum HR 37 “Line”.
Veðrið hevur verið av tí allarbesta, og vakurt er nú sólin setur.
Stemningsmynd – tá dagurin er farin, 2 sjavsar tiknir á brúnni og kræklingurin etin !!!!!!!
Komin til Kjølvika uml. kl 18.oo verður akkeri kasta og gronin bundin í land, har hugna vit okkum við stoktum flaki frá “egen fangst” og seinri verðu fari í “lítla Magnus” at takað krækling til “natmad”
Mánadagur 17.06.2013
Loysa um 11 tíðina og ætla at sigla til einar 20 fj til eina náttúruhavn, men broyta kós til Langhammern har vit leggja stilt at fiska okkum til døgverða.
Veðrið er serstaka gott og veiðan verður 5 fiskar, sum verða flaktir á dekkinum. So er døgverðin bjargaður.
Seta síðan kós móti náturuhavnini, men har vísir seg at verða bygt, og venda tí við og kasta akker í “Kjølvika” sum er ein lítil vík vit sóðu á veg inn.
Sunnudagur 16.06.2016
Loysa kl 13.oo við kós mót “Østhusvika”, steðga eina løtu, síggja ikki “Føroyska” normannin. Tey høvdu havt brúdleyp á hotellinum leygarkvøldið, so stongt var sunnudagin.
Sigla víðari til “Fister” seta segl og sløkkja motorin. Eftir 3 tímar við 3-6 míla ferð, koma vit fram men fara ikki inn, tíð vindurn liggur beint inná. Sigla víðari til “Hjelpeland” har maður á bryggjuni rópar “Komið inn, vit flyta longur fram”.
Tá vísir tað seg, at verða klaksvíkingur sum búð hevur í Noreg síðan 1945. Helgi Joensen, listamaður, sum arbeiðir við “tin” Hann er prátingarsamur og bjáðar “Ankardram” á kajkantinum. Hann liggur har við sínum “Fairline 45” við enskum vinfólkum umborð. Tey grilla á kajkantinum, so vit bjóða teimum heimsins besta øl afturvið “veðr” ´frá Føroya Bjór. Takk Takk.
Leygardagur 15,06,2013
Liggja í “Jørpeland” og gerða útferð niðan á “Prejkestolen” sum er forberg 604 m høgur yvir Lysefjorden. Farið var við buss til Fjellshytta, haðan gingið var í 2 tímar niðaná. Túrurin var sagdur at verða 3.8 km hvønn vegin. Eftir at hava notið útsýni eina løtu og etið ei bita, var gingið omanaftur og bussur tikn aftur í bátin.
Um kvøldið vóru nýkókaðar rækjur etnar – keyptar frá báti á fjørðinum.
Fríggjadagur 14.06.2013
Kasta akker í “Fjelsholmen” eitt lítil vík. Grunt var, so róð var runt bátin við lítla Magnusi, fyri at kanna dýpið og avgjørt var at verða liggjandi. Grillin var tendrað og ligjandi var fyri dagin.
13.06.2013
Ætlanin var at far túr til “Prejkestiólen”, men tá veðrið ikki var nakað serligt, var hetta útsett og loyst kl 9.oo við kós mót Stavanger, har vit komu kl 11,oo. Avgjørt var at fara inn í Vaagen, har gjestabryggja er, men har mátti tungan haldast mitt í munninum, tá siglast skuldi inn millum stóru turistskipini ið har lógu.
Seinri um dagin fingu vit vitjan av norðmanni, giftur við Jenny Hansen úr Hósvík, hann búði í Østhusvik á Rennesøy, har tey hævdu hotel virksemi, hann bað okkum koma at vitja um tilbar.
Á veg avstað aftur úr Stavanger, hittu vit eisini norðmann sum talaði á okkum – hann hevði sæð navni á bátinum – um ikki Argir varð ein forstaður til Havnina. Hann hevði verið í Føroyum áður og búð á gamla Hotel Føroyum á Kongabrúnni. Hann hevði hildi dimmu í nógv ár og nú las hann hana á netinum regluliga, fyri at frætta úr Føroyum.
Tá vit vaknaðu um morgunin var hetta stóra turistskipið komi inn, men mátti leggja longur úti, tí Havreki hevði fingið 1. Pláss.
Hósdagur 13.06.2013
Her er Havreki i góðum selskapi, í Stavanger, sjálvt un hann følir seg nokkso lítlan. Tungan mátti haldast mitt í munninum tá siglast skuldi inn millum hesi "dýrini"
Týsdagur 12.06.2013
Loysa kl 11 og siglað til “Tau” har lagt verður inn í gestahavnina, har er eisini rættuliga grunt, og takað botn við bryggjuna, men flyta so longur inn í hylin, har er betur og verða liggjandi. Í “Tau” liggur aftur “Hav Streym” úr Runavík sum Fróði, guðssonurin er stýrimaður við, teimum møttu vit eisini í Haugesund og Stavanger.
Í Tau var eitt fitt svanapar við 5 ungum, sum treivst væl hjá bátinum, tí tey fingu fitt av breyði at eta.
6, 5 fj sigling 200 kr havnagjald.
Týsdagur 11.06.2013
Sólin er ikki frammi ídag, men veðrið annars gott. Sjúrður hevur verið úti og heinta krækling, so tað verður ein góð máltíð í kvøld. Eftir at hava eti ein góðan bita av turrum tvøsti og spiki, verður akkeri tikið upp og kósin sett mótið “Alvestad”, har vit koma kl 17.
Hetta sær út til at verða eitt meira óinteresant pláss, so hugt verður aftur í kortið og semja er um at halda leiðina fram til “Judaberg” á Finnøy ístaðin. Tað eru 14 fj at sigla og tekur uml 2,5 tímar.
Komin til Judaberg, vísir tað seg at verða ringt at finna pláss, síggja skelti við “gæstepladser”, sigla inn í munnan á einum hyli, men har er alt ov grunt so skjótt verður bakkað. Hyggja síðan inn í marinaina, men har er heldur einki pláss. Avgjørt verður at leggja við eina træbryggju mitt í bygdini, beint undir innkeypshandlinum. Har verða vit liggjandi fyri náttina – eingin streymur, men heldur einki legugjald.
Mánadagur 10.06.2013
Loysa úr Haugesund við kós móti eini natúrhavn í kallast “Hamnerholmen”, har vit kasta akker kl 17,30 Veðrið er av tí allarbesta – logn og sólin bakar niður, so grillin verður tendrað beinanvegin. Seinri verðu gingin ein túrður runt hólmin, sum er uml 400 x 200 m og onki fólk býr har. Eisini liggja 3 norskir bátar í víkini
Sunnudagur 08.06.0213
Sunnudagur - liggja í Haugesund, ganga ein túr gjøgnum býin, hugsaðu um vit sóðu nakað til “Amandu”, men tað var ikki. Tó sóðu vit eini hús í “Djúpaskar” sum høvdu kvist. Lesur man sangin, hevur sjómaðurin havt mangað heita løtu á kvistinum.
Hósdsgur 06,06,2013
Avgjørt var at bíða við at fara víðari til eitt landniringsnos millum Noreg og Shetland var farið framvið. Eftir at hava bunkrað 80 litrar, var kl. 09.oo hósmorgunin lagt frá landi aftur, við kós mótið Skudesneshavn.
Veðrið var av tí allarbesta, logn og sólskyn. So tað sum manglaði á fyrra strekkinum var fingið aftur nú.
Kl 18.45 fór ein ógvisligur alarmur ígongd umborð – hvat nú ??? Tað vísti seg at verða eitt Distress kall frá VHF ´num, sum Rogaland radio svaraði. Talan var um eld umborð á einum báti við seks fólkum umborð. Tað spældi tó væl av.
Eftir 35 tímar í sjógvnum, var komið inn og í lagt at í Skudesneshavn kl 20.oo
????????
Túrurin til Shetlands gjørdist nakað strævin og møðsamt var at hava róðurtørn. Var henda vaktin á “Bounty og Blyth`s” tíð, hekk hesin helst í “ránokkinum” áðrenn sólin reis.
mánadagur 05,06,2013
Tað var nokk ikk bara vit, sum hildu at túrurin var nakað buldrutur. Miðskeiðis millum Føroyar og Hetland, fingu vit vitjan av hesum fitta fýrinum, sum kom at hvíla seg eina løtu.
Fyrst setti hann seg á lúkuna, fór so avstað aftur, men kom aftur løtu seinri og setti seg á stýripultin inni í húsinum, Eftir at hava hvilt seg ein hálvan tíma, fór hann avstað aftur.
Sunnudagur 02,06,2013
Sunnukvøldið var byrja uppá Noregstúrin. Lagt var frá landið kl 21.oo, í fylgi við “Ninu”, siglt út um Borðuna og kós sett í Yell sundi.
Veðrið var gott at byrja við, men sum leið á náttina vaks vindurin nakað og og lækkaði í mun til veðurforsøgnina, so tað gjørdist nakað óslætt og rættuliga sjóverksligt.
Út á mánadagin gjørdist frægari og tá komið var inn móti Shetlandi var gott veður. Kl 06.oo týsmorgunin var, í dýrdarveðrið siglt suður gjøgnum sundi og lagt at í Lerwik kl 13.oo, har møttu vit “Mir” sum tá loysti aftur á veg til Noregs
Sunnudagur 02, juni 2013
Noregstúrur 2013, Farið var av Havninin sunnudagin 02. juni við kós mót Shetlandi og síðan Noreg ......................???????
Leygardagur 01.06.2013
Fríggjadagin var farið til bátatreff í Hvalvík. siglt var av Havnini fríggjakvøldið á Selatræ har einir 8-10 bátaar lógu. Leygardagin var bátatreff hildið í góðum veðrið. 1/2 av manningini var við, meðan hin helvtin var heima og arbeiddi seg ajour, so farðast kann til Hetland og Noregs, so skjótt veðrið loyvir.
21.05.2013
Her er Havreki í "fuglaperspektiv"
21.05.2013
Tað vísir seg at vindmátarin er vorin í ólagið, og eftir at hava fingið tól og leiðingar mált út, var staðfest at breki er uppí í mastrini, so neyðugt var at fara til "væjrs". Tá er gott at kenna ungar raskar menn
Hósdagur 02,05,2013
Ídag varð Havreki flotaður aftur, eftir eina longri uppløgu !!
Fríggjadagur 26.04.2013
Eftir at maskinmeistarin hevur verið meir í Afrika, enn vænta var, er motorutin tó komin undir land nú, og verður settur í aftur Havreka ídag.
Leygardagur 19.01.13
Motorurin er nú tikin úr, og fluttur niðan í Hornabø, har hann skal umvælast. Av tí at mekanikarin siglur úti, verður hetta at takað nakað av tíð, men vónandi sigla vit aftur mars/apríl. Talan er um Perkins 4.108 4 cyl 50 hk
Mánadagur 14.01.2013
Havreki var ídag tikin upp í Álakeri, har mastur v.m var avmonterað. Eisini verður motorurin tikin úr, og høvuðsumvældur, soleiðis at hann er ilagið, tá væntandi verður farið til Noregs í juni mánaða, har ein longri summarferia verður hildin í ár
Ætlanin er at Havreki skal flóta aftur mars/apríl
|
|
 |
|
|
|