Menn høvdu klætt seg hátíðarliga !
Leygardagin 26.04.14 var árlliga tiltakið "Mjáflggahúning" - byrjan av bátaárinum - hildin í Vágsbotn.
Siglt var ú
Nólsoy kl 14.oo, og hóðast yllfýsi var í veðrinum, vóru einir 10 bátar við í siglingini um fjørðin og legist væl til við bátum, tá komið var inn mót
molanum.
Um 150 fólk vóru til sildaborð og røðu, sum ár var hildin av Jónhild Tummasardóttir, sí niðanfyri:
Góðu bátakvinnur- og menn !
Nú várar, fari er um Flaggdagin. Vanliga verður hesin dagur hildin leygardagin áðrenn
Flaggdagin, men í ár fall hesin á páskaaftan, vit kunnu tó hugna okkum, sjálvt um fari er eina viku útum.
Hetta
er 9. ferðin at hetta tiltakið verður hildið her í Vágsbotni, har okkurt árið hava verið útvið hálvt hundrað bátar og hálvt triðja hundrað vitjandi, og vóna
vit sjálsagt at tað fer at halda fram fleiri ár enn. Jú - tað er stuttligt at hittast til felagstiltøk.
At vári
er í hondum, og siglarar ressast við, eftir ein myrkan og illfýsnan vetur, sást væl hendan dagin, tá “mjáflagga-hugnin” var kunngjørdur á Facebook. Tá komu teir allir
pø á pø. Toftir, Vestmanna, Hvalvik – allir ressast við. Hugaligt at alt vaknar úr dvala.
Hvat er so hent síðan seinast vit hittust her.
Ja - Um ikki so leingi flyta vit inn í nýggj og stásilig hús, longur
inni her á bryggjuni. Hóðast ymiskar meiningar eru um tilgongdina, og saknur er í okkara góða gamla kjallara, nú hetta tiltak er, verða vit at gleðast um nýggju hølisviðurskiftini.
Felegið hevur helst spent seg hart fyri fíggjarliga, og skal tað verða okkara vón at ikki alt fer at snúgva seg um pengar, og at ymisku tiltøkini, sum eru sálin í felagslívinum,
ikki verða spard burtur, men at lív verður í felagshúsunum – siglingini at frama !
Eisini hevur Tórsahavnar Havn spent
seg út og gjørt ikki minni enn 70 nýggj bátapláss á Argjum, har hugnalig samkoma var um mánaðarskifti. Tó skal eitt hjartasuff verða herfrá – tað er at ikki er gjørt
meir við at leggja sokallaðu gardinubátarnar saman, soleiðis at eitt betri bátaumhvørvi fæst við brúgvarnar. Kanska tað kemur. Men, tøkk fái teir fyri at bátapláss
verða útvega.
Seinastu árini er felagið hart rækt av ófrættatíðindum limana millum, har limir og avarandi hava
fingið ófrættaboð. Onkur hóraði ikki undan ! - Men vit vilja minnast tey sum farin eru við takksemi, fyri tað tey gjørdu fyri felagið, felagsandan og siglingina. Minnast
tey við tøkk og eftir førimuni berað felagið víðari frammá.
----------------------
Nú um dagarnar kom eyðkenda
gestabrúgvin út aftur at liggja í Vágsbotni, og er hetta eisini eitt tekin um at vári er í hondum, og at siglingin byrjar við nýggjari megi. Helst verður tað ikki leingi til fyrstu bátarnir
koma úr útlondum og leggja seg við hesa bryggju. Ja - tá er summari her, eins og á Grækarismessu tá fyrstu tjøldrini seta seg á klettarnar og boða frá vári
og ljósari tíðum.
------------------------
At sigla, hvat er tað ? ?
Jú - onkur
vil í fjørðin, ella longur - við snellu og fáa so nógvan fisk sum gjørligt. Annar leggur frá landi, setur ferð á og kemur oyggjarnar runt uppá onga tíð.
Men at sigla, er í mínari verð at verða í bátinum – og njóta tíðina og friðin.
Hevði tað uppliving seinasta
summar at sigla um hav á egnum kjøli – ein fantastisk uppliving. At leggja frá landi og vita at einir 30 - 35 tímar eru fyri framman, áðrenn land sást aftur í Hetlandi og so aftur aðrir
30-35 tímar til Noregs. Fer veðrið at halda sær ?? Fer byrurin at verða til vildar ?? Fer motorurin at skikka sær orduligt ?? Jú - nógvir tankar fara gjøgnum høvdi
!
Ella at standa einsamøll á vakt, á náttartíð og bara hava selskap við seg sjálvan og stjørnurnar –
ein ótrúlig uppliving.
Men tá komið var fram, var ein kensla sum bara segði YES – eg gjørdi tað.
Onnur sigling, ið ikki stendur aftanfyri áðurnevndu, er at leggja frá landi í Vágsbotn eitt fríggjakvøld, aftaná eina strævna arbeiðsviku,
við kós mót Selatræ ella inn á Bakka. Seta steikina i ovnin og so damla niðan við Strond. Á Tangafirði møtir man einum hummara báti, leggur at borðið og keypir sær
nakrar hummarar, sum verða gjørdir til forrætt. Komin fram verður manningin á grannabátinum, sum hevur lagt leiðina sama veg, boðin umborð til ein bita við og áðrenn kvøldið
er farið eru brádliga fleiri bátar í hylinum, og bátafólk hittast, takað mót endum, kanna streymkontaktirnar, práta, vitja umborð hjá hvørjum øðrum,
ella bara gerða onki - hugnaligt, man kann bert takað undir við yrkjaranum, tá hann sigur:
Bát av báti verður vitja, her vit hava góða
tíð.
---------------------------
Ella verður lagt
út í fjørðin. Kasta á Nesaleiðini, fiska sær 2 fiskar, leiðin hildin fram til Nólsoyar har flakt verður og lagt á pannuna og eitt glas av vín afturvið.
Tá kann man ikki hava tað stórt betur. Og kann eg ikki latað verða við at siterað yrkjaran eina fer enn.
Her við brúnna stillan dandar, lítla himmiríkið mítt
Her ein sælur friður andar, her kann hugur reika frítt
Og tá dagur er at enda, seint á hesi kvøldarstund,
Vit í okkar lítla farið, verða ruraði í blund.
Jú, TAÐ er sigling.
Skal ikki longja meir um tíðina, bert vóna at vit fáa eitt gott sigliár, við góðum veðrið
og nógvum felagstúrum, og bjóða øllum til ein bita í tjaldinum.
Takk fyri, at tit lántu mær oyra
!