Av tí, at helmingurin av eigarunum hevur røtur úr Húsavík, har Heini Havreki rak á land í 1500 talinum, verður báturin nevndur
“
Havreki
”
Søgan, sum vit kenna hana, er í stuttum: Heini Havreki - Heini Jonsson, føddur 1514 í Bergen, deyður 1576 á Radøy – var á útróðri saman við vinmonnum, á Stadt leiðini í Noreg, tá óveður kom á teir. Báturin rak til Føroya og var Heini einasti eftir á lívi, og kom sær á land í Húsavík á “Magnusar Bakka” (myndin) Onkur sigur at hann kom á land í "Arkinarstøð" sum er tætt við, og sæst til høgru í myndini.
Her hitti hann Herborg, ið sæt hjá neytum, sum hann seinri giftist við, og var búgvandi í Føroyum. Tey fingu sonin Jógvan Heinason, sum seinri var løgmaður í Føroyum, eins og tey fingu dóttrina Herborg.
Tá kona hansara Herborg doyði giftist Heini aftur við norsku Gyri Arnbjørnsdottir, og fingu tey navnframa sonin, Magnus Heinason - harav kallast jollan “lítli Magnus”
Heini sum var prestlærdur, var eitt skifti prestur á Nesi í Eysturoy
"Her havreki lendi, íð nevndur var Heini,
í okkara søgu hann settir sær spor,
hann son okkum aldi, ið væl fekk í beini,
og vann okkum Føroyingum sømulig kor."
úr yrking eftir Bjarna Sørensen