Biograf

Eftir eitt siglandi vikuskifti møttust nakrir bátar á Selatræ.  Veðrið var sera gott, og sunnudag seinrapart var fyrisligið at fara niðan í ánna við plantasjuna at drekka eina øl.

Ølin gagnaðist somikið væl, at fólk fóru omanaftur í bátarnar eftir tí mati sum eftir var, og var so samanskotsgildið hildið á helluni.

Meðan sitið var, kom skiparin á Meranti við hugskotinum at hellan mátti fáa eitt navn, nú vit sótu so væl.  Skrivlig uppskot komu inn og var síðan avgjørt at hellan skuldi fáa navnið "Sólhella"

Ein sera hugnalig løta.



| Svar

Nyeste kommentarer

10.03 | 10:09

Hey , Takk heilsan á heimasíðuni. Ja onkuntíð hevur man hug at droyma seg burtur aftur !

vh
Árni

09.03 | 13:54

Flott, flott! Havi hugna mær í morgun við heimasíðu tykkara og hugurin hevur reika. Takk fyri gott ferðalag í summar.

17.07 | 16:31

OY OY! Har hevði eg viljað verið við. Mær leingist yvir aftur. Deiligt hjá tykkum. Góða ferð víðari!!! Kh Marjun og Jegvan

01.07 | 17:42

Hugaligt at fylgja við tykkara ferð og minnast aftur á gamlar gøtur. Gòða ferð víðari.
Vh
Manningin á Skúvanesi